KG Hotel er avhendað

Í dag hava vit nátt ein stóran og týðandi varða – KG Hotel er alment latið eigarunum, og sum ætlað gista fyrstu gestirnir á hotellinum longu 1. juli.

Hetta hevur verið ein spennandi og lærurík verkætlan, har nógv dugnalig fólk hava lagt sítt arbeiði og sítt ágrýtni í, og sum vit í dag síggja úrslitið av.

Vit eru sera errin av at hava verið partur av hesi verkætlanini og takka øllum starvsfólkum og samstarvsfeløgum, sum hava verið við á leiðini.

Vit ynskja eigaranum og brúkaranum hjartaliga tillukku við nýggja, flotta hotellinum og gleða okkum at síggja, hvussu tað kemur at blóma.

Myndirnar eigur Jóhann Lützen frá Norðlýsinum