Argja kirka farin í gongd

Kanjon hevur nú tikið fyrsta stigið í byggingini av nýggju kirkjuni á Argjum. Hetta er ein spennandi og týdningarmikil verkætlan, sum fer at geva Argjum eina nútímans kirkju við góðum kørmum til kirkjuliga virksemi.

Fyrstu maskinurnar eru settar á byggiplássið, og vit eru byrjaði at grava.

Hjá Kanjon eru vit errin av at fáa møguleikan at vera við til at skapa ein bygning, sum fer at hava stóran týdning fyri fólkið á Argjum í framtíðini. Kirkjur hava serligan týdning sum samlingsstøð, og tí leggja vit stóran dent á góðskuna í arbeiðinum og eitt gott samstarv við allar partar í verkætlanini.