Vit fegnast um at kunna boða frá, at Kanjon hevur fingið sær kontór á Óðinshædd 11 í Tórshavn.
Seinnu árini er okkara virksemi vaksið, og vit hava í dag kundar og verkætlanir um alt landið. Við nýggja kontórinum vilja vit vera nærri okkara kundum, samstarvsfeløgum og verkætlanum í høvuðsstaðarøkinum, samstundis sum vit styrkja okkara nærveru í Føroyum sum heild.
Kanjon hevur altíð havt sum mál at vera ein álítandi samstarvsfelagi. Við nýggja kontórinum taka vit enn eitt stig í arbeiðinum at vera tætt at okkara kundum, og skapa góðar karmar fyri okkara starvsfólk.
Vit gleða okkum at taka ímóti kundum, samstarvsfeløgum og øðrum vitjandi á Óðinshædd 11.
