Starvast
hjá okkum

Vilt tú vera partur av einum arbeiðsplássi, har trivnaður, faklig menning og samstarv eru í hásæti? Hjá okkum fáa starvsfólk møguleikan at arbeiða í einum jaligum og dynamiskum umhvørvi, har vit saman skapa góð úrslit og virði fyri okkara kundar.

Vit leggja dent á ábyrgd, álit og fakligan stoltleika. Samstundis vilja vit, at okkara starvsfólk støðugt menna sínar førleikar, tí tey eru ein týdningarmiklan partur av felagnum.

Sum arbeiðsgevari bjóða vit spennandi avbjóðingar, góðar starvsumstøður og ein sterkan felagsskap, har hjálpsemi og virðing eru sjálvsøgd virði.

Hevur tú áhuga í at gerast partur av okkara toymi? Hygg eftir okkara leysu størvum ella set teg í samband við okkum fyri at hoyra meira um møguleikarnar hjá okkum.

HTU

Hjá Kanjon hevur HTU høga raðfesting í øllum arbeiði. Vit arbeiða miðvíst við at tryggja eitt trygt arbeiðsumhvørvi, har váði verður fyribyrgdur, og arbeiðsgongdir eru væl skipaðar. Við greiðum mannagongdum og støðugari uppfylging skapa vit góðar og tryggar karmar fyri bæði starvsfólk og samstarvspartar.

Góðskutrygging

Vit leggja stóran dent á dygd í øllum liðum. Góðskutrygging er ein fastur partur av okkara arbeiðsgongdum, har arbeiðið verður skjalfest og fylgt neyvt upp frá byrjan til enda. Hetta tryggjar, at verkætlanir verða framdar sambært avtalu og við einum úrsliti, vit kunnu standa inni fyri.

Burðardygd

Kanjon arbeiðir við burðardyggum loysnunum, har vit taka atlit at bæði umhvørvi og framtíðar tørvi. Vit velja arbeiðshættir og tilfar, sum minka um ávirkanina á umhvørvið, og arbeiða saman við okkara samstarvspørtum fyri at skapa varandi og ábyrgdarfullar úrslit.

Starvsmøguleikar

Handverkari

Handverkari

Sum handverkari hjá Kanjon verður tú partur av einum toymi, sum dagliga arbeiðir við spennandi og fjølbroyttum verkætlanum kring landið. Okkara arbeiði fevnir um alt frá byggi- og anleggsuppgávum til viðlíkahald og serligar loysnir, har góðska og fakligur stoltleiki altíð eru í miðdeplinum. Vit leita eftir fólkum, sum trívast við at arbeiða við hondunum, taka ábyrgd og leggja dent á væl úr hondum greitt arbeiði. Sum handverkari hjá Kanjon fert tú at samstarva við dugnaligar starvsfelagar í einum arbeiðsumhvørvi, har hjálpsemi, virðing og gott samanhald eru sjálvsøgd virði. Hjá okkum fært tú møguleika at menna teg bæði fakliga og persónliga, samstundis sum tú ert við til at skapa varandi virði fyri kundar og samfelagið.

Lærlingur

Lærlingur

Sum lærlingur hjá Kanjon gerst tú partur av einum toymi saman við einum arbeiðsleiðara, sum verður tín lærumeistari gjøgnum alla lærutíðina. Hann hevur ábyrgd av at vegleiða teg og tryggja, at tú fært ta roynd og tann kunnleika, sum skal til fyri at gerast ein dugnaligur húsa- ella byggismiður. Vit leggja stóran dent á góða upplæring, trivnað og samanhald. Hjá okkum skalt tú kenna teg sum ein virknan part av toyminum frá fyrsta degi, og vit leggja dent á, at tú fært ábyrgd og møguleika at menna teg í tryggum karmum. Sum lærlingur hjá Kanjon fært tú ein fjølbroyttan og spennandi gerandisdag við luttøku í nógvum ymiskum verkætlanum. Tú fert at arbeiða við bæði nýbygging, umbygging og øðrum handverksligum uppgávum, sum geva tær eitt breitt innlit í yrkið. Hetta gevur tær góðar fortreytir fyri at menna bæði fakligar førleikar og sjálvsálit sum handverkari. Vit ynskja at útbúgva dugnalig handverkarafólk, sum eru errin av sínum arbeiði og væl fyrireikað til framtíðina. Tí leggja vit dent á góðsku, ábyrgd og gott samstarv – virði, sum eru grundarlagið undir øllum okkara arbeiði.

Verk - og byggifrøðingur

Verk – og byggifrøðingur

Sum verk- ella byggifrøðingur hjá Kanjon fært tú møguleika at arbeiða við spennandi og avbjóðandi verkætlanum, har tú ert við til at mynda og fremja loysnir, sum seta sítt dám á føroyska samfelagið. Tú verður partur av einum fakliga sterkum umhvørvi, har vit nýta nútímans arbeiðshættir og tøknilig amboð til at tryggja góðskuna í øllum verkætlanum. Vit leggja dent á, at okkara starvsfólk fáa bæði frælsi og ábyrgd. Tí hevur ein virknan leiklut í fyrireiking, samskifti, verkætlanarleiðslu og dagligari uppfylging av teimum uppgávum, tú arbeiðir við. Hjá Kanjon hava vit álit á okkara starvsfólki og geva teimum pláss at taka avgerðir og ávirka gongdina í verkætlanunum. Sum verk- ella byggifrøðingur arbeiðir tú í tøttum samstarvi við kundar, ráðgevar, arbeiðsleiðarar og handverkarar. Tú verður bindiliðið millum ætlan og fremjan, og hevur ein týdningarmiklan leiklut í at tryggja, at verkætlanir verða framdar til tíðina, innan fíggjarkarmarnar og við høgari góðsku. Hjá Kanjon fært tú møguleika at menna teg bæði fakliga og persónliga, samstundis sum tú ert við til at byggja bygningar og mannagongdir, sum skapa virði í nógv ár fram í tíðina.

Krana- og maskinførari

Krana- og maskinførari

Sum krana- og maskinførari hjá Kanjon ert tú ein týðandi partur av okkara arbeiði. Tú fert at arbeiða við nútímans maskinum og útgerð á ymiskum verkætlanum kring landið, har neyvleiki, trygd og góð handverkstev er avgerandi. Arbeiðsdagarnir eru fjølbroyttir og spennandi innan lendisarbeiði, útgrevstur, vegagerð og aðrar entreprenøruppgávur. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, men samstundis í tøttum samstarvi við dugnaligar starvsfelagar, har øll arbeiða móti sama máli – at levera arbeiði av høgari góðsku. Hjá Kanjon leggja vit dent á trivnað, ábyrgd og fakliga menning. Vit vilja hava starvsfólk, sum eru áhaldandi, álítandi og hava hug at menna seg saman við felagnum. Tí bjóða vit eitt gott arbeiðsumhvørvi, góða útgerð og møguleikar fyri bæði persónligari og fakligari menning.

Førari til last- og betongbil

Førari til last- og betongbil

Sum betongførari ella lastbilaførari hjá Kanjon ert tú ein týdningarmikil partur av okkara dagliga arbeiði og verkætlanum. Tú hevur ábyrgd av tryggari og álítandi levering av tilfari og tænastum til byggi- og anleggsarbeiði kring landið og ert við til at tryggja, at arbeiðið gongur eftir ætlan. Sum betongførari hevur tú ábyrgd av at flyta og levera betong til okkara kundar og verkætlanir. Arbeiðið krevur neyvleika, ábyrgdarkenslu og gott samskifti, soleiðis at betongið verður latin á rætta stað, til rætta tíð og í bestu góðsku. Sum lastbilaførari hevur tú ábyrgd av flutningi av tilfari, útgerð og øðrum farmi til byggi- og anleggsverkætlanir. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, men samstundis í samstarvi við arbeiðsleiðarar, maskinførarar og handverkarar, so arbeiðið kann fremjast smidliga og effektivt. Óansæð um tú arbeiðir sum betongførari ella lastbilaførari, leggja vit dent á trygd, góðsku og trivnað. Tú verður partur av einum sterkum toymi, har virðing, hjálpsemi og samanhald eru sjálvsøgd virði, og har tú fært møguleika at arbeiða við góðari og nútímans útgerð.

Starvsfólk til fyrisiting og starvsfólkaøki

Starvsfólk til fyrisiting og starvsfólkaøki

Starvsfólkini innan fyrisiting og HR hjá Kanjon eru ein týðandi partur av dagliga rakstrinum hjá fyritøkuni. Tey arbeiða við at skapa góðar karmar fyri bæði starvsfólk, kundar og verkætlanir og tryggja, at arbeiðsgongdirnar ganga smidliga og væl. Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna millum annað um fyrisiting, samskifti, starvsfólkamál, skjalahandfaring, samskipan og stuðul til leiðslu og verkætlanir. Hetta er eitt starvsøki, har eingin dagur er heilt eins, og har bæði skipanarsemi, ábyrgdarkensla og gott yvirlit eru týðandi førleikar. Hjá Kanjon arbeiða starvsfólkini innan fyrisiting og HR tætt saman við starvsfeløgum á øllum stigum í fyritøkuni. Tey eru við til at styrkja trivnað, stuðla undir eina góða arbeiðsmentan og vera ein virkin partur av menningini hjá felagnum. Kanjon leggur stóran dent á álit, virðing og samstarv. Starvsfólkini fáa ábyrgd, møguleika at ávirka arbeiðsgongdir og rúm til fakliga og persónliga menning. Samstundis verða tey partur av einum arbeiðsplássi, har samanhald og arbeiðsgleði hava stóran týdning.

HTU

HTU

Starvsfólkini innan Heilsu, Trygd og Umhvørvi (HTU) hava ein týðandi leiklut hjá Kanjon og eru við til at tryggja, at okkara arbeiði verður framt á ein tryggan, ábyrgdarfullan og burðardyggan hátt. HTU-starvsfólk arbeiða tvørtur um alla fyritøkuna og samstarva tætt við leiðslu, arbeiðsleiðarar og starvsfólk á arbeiðsplássunum. Tey eru við til at menna og fylgja upp á arbeiðsgongdir, sum stuðla undir eitt trygt arbeiðsumhvørvi, har heilsan og trygdin hjá starvsfólkunum altíð eru í hásæti. Arbeiðið fevnir um alt frá ráðgeving og eftirliti til upplæring, váðametingar, trygdarátøk og umhvørvisligar mannagongdir. Samstundis eru HTU-starvsfólk við til at tryggja, at Kanjon livir upp til galdandi krøv og arbeiðir miðvíst við støðugum betringum innan heilsu, trygd og umhvørvi. Hjá Kanjon eru HTU-starvsfólk ein virkin partur av menningini hjá fyritøkuni. Tey fáa ábyrgd, hava ávirkan á arbeiðsgongdir og eru við til at skapa eina mentan, har trygd, góðska og ábyrgd ganga hond í hond. Vit leggja stóran dent á samstarv, trivnað og fakliga menning. Tí eru okkara HTU-starvsfólk við til at mynda eitt arbeiðspláss, har starvsfólk kunnu kenna seg trygg, virðismett og væl fyri í gerandisdegnum.

Ver við til at byggja nakrar av størstu og mest sermerktu bygninum í Føroyum

Førleikar avgerða
okkara arbeiði

Sørmund

Verkætlanarleiðari

Sørmundur Á. Kalsø byrjaði í læru hjá Kanjon í 2013 eftir lokið studentsprógv. Í dag arbeiðir hann sum verkætlanarleiðari innan bygging. Sørmundur er útbúgvin verkfrøðingur innan arkitektur og bygging. Hann hevur verið byggileiðari á svimjihøllini í Runavík, og hevur eisni staðið á odda fyri verkætlanini Hotel KG í Klaksvík, sum var ein heildararbeiðstøka, og hevði Sørmundur her ábyrgdina av bæði projekteringsleiðslu og verkætlanarleiðslu.

“Hjá Kanjon fær ein nógva ábyrgd, og harvið eisini eitt frælsi at hugsa sjálvstøðugt. Eisini hjálpa vit hvørjum øðrum at koma á mál við verkætlanum, har vit standa saman sum eitt toymi” – sigur Sørmund.

Beinur

Arbeiðsleiðari – bygging

Beinur byrjaði sína yrkisleið hjá Kanjon í 2010, tá ið hann byrjaði í læru hja Kanjon. Í dag er Beinur arbeiðsleiðari hjá Kanjon, har hann hevur dagligu ábyrgdina av at samskipa og fremja tær dagligu arbeiðsuppgávurnar á einum byggiplássi hjá Kanjon. Beinur hevur verið ein partur av fleiri størri og smærri verkætlanum hjá Kanjon, millum annað Íbúðunum á Sandinum í Klaksvík og umvælingini av fasaduni á Løgtingshúsinum á Tinghúsvegnum í Havn.

“Kanjon er eitt gott arbeiðspláss, har ein fær loyvi at brúka sínar førleikar og menna nýggjar. Eisini er felagsskapurin góður, og dagligdagurin er fjølbroyttur við nógvum ymiskum avbjóðingum, sum skulu loysast.”

Kristian Sivertsen

Lærlingur

í 2024 byrjaði Kristian sum lærlingur innan húsasmið hjá Kanjon. Sum lærlingur hjá Kanjon kann ein vera við at byggja nakrar av størstu og mest sermerktu bygningunum í Føroyum. At vera partur av einum stórum felagi hevur sínar fyrimunir, tí uppgávurnar eru fjølbroyttar, og sjáldan eru tveir dagar eins.

“Hjá Kanjon sleppi eg at umseta teori til praksis, og at vera partur av einum dugnaligum toymi av hondverkarum. Eisini hava vit tað stuttligt, tá ið vit eru til arbeiðis, og tað er gott samanhald millum lærlingarnar”.