Útbúnaður
Kanjon hevur ein flota av ymsikari útgerð, sum vit dagliga brúka á okkara verkætlanum.
Men tú hevur møguleika at leiga eina gravmaskinu, lyft ella krana frá okkum. Vit leiga eisini forskalling út til tín, ið skalt stoypa.
Kanjon hevur tveir kranabilar og ein trailara, har tann eini er lyftir 92 tons, sum eisini kunnu leigast til ymisk endamál.
Kranabilar
Kanjon hevur 2 kranabilar, har tann eini kann lyfta upp til 92 tons.
Bilarnir hjá okkum klára nærum allar lyfti og flytiuppgávur. Eisini hava vit ein trekkjara, sum røkir flutning og betongkoyring.
Gravmaskinur
Kanjon hevur gravmaskinur til einhvønn tørv. Maskinurnar eru mannaðar av okkara dugnaligu maskinførarum, sum hava drúgvar royndir innan økið.
Lyftir
Kanjon hevur lyftir av alskyns slagi, herímillum teleskoplessarar, saksalyftir og bummlyftir.
Forskalling
Í samband við at vit ígjøgnum árini hava havt nógvar uppgávur innan betong hevur Kanjon í dag eitt stórt sortiment av forskalling. Her er bæði talan um størri og minni forskalling, og í træ/stál eins og plast.

Ein nýggj verkætlan, tørv á ráðgeving ella okkurt heilt triðja? Set teg í samband við okku, so finna vit eija loysn.