Verkætlanin á Sandinum í Klaksvík er ein bústaðarverkætlan, har Tryggingarfelagið LÍV í samstarvi við byggifelagið Kanjon byggir 30 nýggjar leiguíbúðir í miðbýnum í Klaksvík. Verkætlanin er ment í samstarvi við Kanjon og arkitektavirkið SNA og er ein partur av miðbýarútbyggingini í býnum.
Bygningurin kemur at fevna um 30 nútímans leiguíbúðir umframt vinnuhøli í niðaru hædd. Avtala er gjørd við P/F Nema, sum fer at leiga hølini til handil og skrivstovuvirksemi. Verkætlanin sameinir sostatt bústaðir og vinnu á einum sentralum staði í Klaksvík.
Endamálið hjá LÍV er ikki bara at fáa eitt gott avkast av íløguni, men eisini at vera við til at bøta um bústaðarstøðuna í Føroyum. Meginparturin av eftirspurninginum eftir bústøðum er í teimum størri býunum, og verkætlanin á Sandinum skal vera við til at nøkta vaksandi tørvin á leigubústøðum í Klaksvík.
Árstal
2024-
Byggiharri
Lív Fastogn
Stað
Klaksvík
Slag av verkætlan
Heildararbeiðstøka
Areal
