Mentanarhúsið Varpið er ein av týdningarmiklu mentanarmiðdeplunum í landinum. Bygningurin er staðsettur mitt í býnum, og er mentur sum eitt savningarstað fyri list, mentan og samkomu tvørtur um aldur og áhugamál.
Bygningurin er sniðgivin av Henning Larsen North Atlantic, har funktionalitetur og arkitekturur ganga hond í hond. Í einum mentanarhúsi er strong krøv til ljóðviðurskifti, og eru hesi eisini sett frammalaga, soleiðis at upplivingin hjá áhoyrarafjøldini er góð. Fleksibilitetur er eitt annað orð, sum lýsir bygningin, og kann hann tískil brúkast til nógv ymisk endamál, sum t.d. býráðsfundir, størri og smærri veitslur og brúdleyp.
Bygningurin er ein samankopling millum eitt nýbyggjarí og umvæling av gamla posthúsinum í Klaksvík, sum er teknað av kenda arkitektinum J.P Gregoriesen, ein ikoniskur bygningur staðsettur í hjartanum í Klaksvík.
Varpið hevur longu ment seg til ein týdningarmiklan part av mentanarlívinum í Klaksvík og Føroyum annars, og er eitt dømi um, hvussu góð verkætlanarleiðsla og fakligur førleiki kunnu skapa virði fyri alt samfelagið.
Árstal
2020-2023
Byggiharri
Grunnurin Mentanarhúsið
Stað
Klaksvík
Slag av verkætlan
Fakarbeiðstøka
Areal
2.000 m2
