Kanjon hevur luttikið í verkætlanini av Húsarhaldsskúla Føroya (Rótin) – ein nútímans bygningur, ið sameinir læruumhvørvi, funktiónalitet og føroyska byggimentan.
Í verkætlanini er dentur lagdur á góðar og haldgóðar loysnir, ið skapa bestu karmar fyri undirvísing, menning og felagsskap. Arbeiðið er framt við stórum nærlagni og í tøttum samstarvi við byggiharra og aðrar fakbólkar, har bæði smálutir og heildarsniðið hava verið í miðdeplinum.
Úrslitið er ein vælvirkandi og innbjóðandi skúlabygningur, sum stuðlar undir virksemið hjá Húsarhaldsskúla Føroya og gevur næmingum og starvsfólki góð arbeiðs- og læruumstøður. Hetta er ein verkætlan, sum Kanjon er errin av at hava verið partur av.
Árstal
2023-2025
Byggiharri
Húsarhaldsskúli Føroya
Stað
Klaksvík
Slag av verkætlan
Høvuðsarbeiðstøka
Areal
1.000 m2