Kanjon hevur staðið fyri arbeiði í sambandi við bygging og menning av skúlanum í Leirvík – ein nútímans skúlabygningur, ið sameinir góð undirvísingarumstøður við funktiónalar og haldgóðar loysnir.
Í verkætlanini hevur dentur verið lagdur á at skapa góðar karmar fyri næmingar og starvsfólk, har bæði trivnaður, trygd og læring eru í hásæti. Arbeiðið er framt í tøttum samstarvi við byggiharra og aðrar fakbólkar, við serligum fokus á góðsku í øllum liðnum.
Úrslitið er ein innbjóðandi og væl skipaður skúlabygningur, sum stuðlar undir dagliga virksemið og framtíðar menning av skúlanum í Leirvík. Hetta er ein verkætlan, sum Kanjon er errin av at hava verið partur av.
Árstal
2025-
Byggiharri
Eystur kommuna
Stað
Leivík
Slag av verkætlan
Høvuðsarbeiðstøka
Areal
2500 m2
