Smoltstøðin á Norðtoftum

Liðugt

Smoltstøðin á Norðtoftum er ein av størstu og mest framkomnu smoltstøðunum í Føroyum. Støðin er ein týðandi partur av virkseminum hjá Bakkafrost og hevur sum høvuðsuppgávu at framleiða smolt til føroysku alingina. Gjøgnum seinastu árini er støðin vorðin nógv útbygd sum partur av strategiini hjá Bakkafrost um at ala fiskin longri á landi og seta størri smolt út á sjógv.

Í 2020 varð avgjørt at fara undir eina stóra útbygging av smoltstøðini. Áðrenn útbyggingina hevði støðin eina karrúmd á umleið 5.200 m³, men eftir útbyggingina er samlaða fiskakarrúmdin komin upp á 18.000 m³. Hetta hevur økt framleiðsluorkuna munandi og givið møguleika at framleiða umleið fimm milliónir stór smolt árliga.

Útbyggingin varð framd av samtakinum NAC (Nordic Aqua Partners), har føroysku fyritøkurnar Kanjon, KJ, RV Tøkni, TTS og Kaas Industribyg samstarvaðu um verkætlanina. Kanjon hevði ábyrgdina av betong- og timburarbeiðinum, meðan aðrar føroyskar fyritøkur stóðu fyri teimum tøkniligu loysnunum. Verkætlanin er eitt gott dømi um føroyskt vinnusamstarv í stórum byggi- og alivinnuverkætlanum.

Ár

2020-2023

Byggiharri

Bakkafrost

Stað

Norðtoftir

Slag av verkætlan

í partalagi ígjøgnum NAC

Areal

12.000 m2