Verkætlanin um at umvæla og umbyggja fyrrverandi umsitingarbygningin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er liður í arbeiðinum at dagføra og styrkja karmarnar kring sjúkrahúsið. Bygningurin, sum er frá fyrst í 1960’unum, hevur gjøgnum árini havt ymiskar funktiónir, millum annað sum umsitingarbygningur, bústaður hjá læknum og sjúklingahotell. Fyrisitingin er nú flutt í onnur høli, og tí er møguleiki skaptur fyri eina meira framtíðartryggjaða nýtslu av bygninginum.
Endamálið við umvælingini er at skapa nútímans og høskandi karmar til fleiri ymiskar sjúkrahúsfunktiónir. Eftir umvælingina skal bygningurin millum annað hýsa stuðulstænastum, verkstaði, kømum og íbúðum til heilsustarvsfólk, umframt hentleikum til sjúklingar og avvarðandi í sambandi við endurvenjing og viðgerð. Eisini fær Sjúkraflutningstænastan nýggj høli í bygninginum.
Umvælingin umfatar bæði innanhýsis og uttanhýsis arbeiði. Bygningurin verður dagførdur við nýggjum tøkniligum skipanum, betri atkomuviðurskiftum, nýggjum elevatori og orkusparandi loysnum. Harvið verður tryggjað, at bygningurin livir upp til nútímans krøv um trygd, arbeiðsumhvørvi og virksemi í heilsuverkinum.
Tá verkætlanin er liðug, verður bygningurin ein týðandi partur av samlaðu menningini av Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Umvælingin fer at styrkja um tænasturnar hjá sjúkrahúsinum, skapa betri arbeiðsumstøður fyri starvsfólkini og betra um umstøðurnar hjá sjúklingum og avvarðandi. Verkætlanin er sostatt ein íløga í bæði framtíðar rakstur og dygdina í heilsutænastunum í Norðoyggjum.
Árstal
2025-
Byggiharri
Landsverk
Stað
Klaksvík
Slag av verkætlan
Høvuðsarbeiðstøka
Areal
