KG Hotel

Liðugt

KG Hotel er eitt fýra stjørnað hotel í hjartanum í Klaksvík.

Kanjon hevur luttikið í verkætlanini av nýggja KG Hotel í hjartanum av Klaksvík – eitt nútímans hotell, sum sameinir góðsku, funktiónalitet og stílreint design.

Í verkætlanini hevur dentur verið lagdur á høga handverksliga góðsku og væl umhugsaðar loysnir, ið tryggja eina góða uppliving fyri bæði gestir og starvsfólk. Arbeiðið er framt í tøttum samstarvi við byggiharra og arkitekt, har fokus hevur verið á bæði smálutir og heildarloysn.

Úrslitið er eitt innbjóðandi hotell, sum styrkir ferðavinnuna í Klaksvík og setur nýggjan dám á býarmyndina. Hetta er ein verkætlan, sum Kanjon er errin av at hava verið partur av.

Árstal

2024-2026

Byggiharri

Matr. nr. 986a, Klaksvík Sp/f

Stað

Klaksvík

Slag av verkætlan

Heildararbeiðstøka

Areal

4.000 m2