Betong
Kanjon hevur egna betongframleiðslu á Oyravegi í Klaksvík. Okkara betong er av høgari góðsku, og verður veitt til bæði fyritøkur og privatpersónar.
Skalt tú byggja ein virkis- ella íbúðarbygning ella byggja eini sethús, stoypa ein garð, gera eitt bilhús ella annað. Betongið verður veitt í tí styrki og við teimum tilsetningum, sum eru neyðug til tær ymisku verkætlanirnar. Set teg í samband við okkum, og vit finna júst ta loysnina, sum passar til tín tørv.
Vit leggja okkum eina við at veita okkara kundum eina góða tænastu, og vit veita betong um alt landi.
Søla av betongi
Vit selja betong í øllum styrkjum og við ymiskum eginleikum, alt eftir tørvi. Vit selja betong til bæði fyritøkur og privatpersónar, og til nógv ymisk endamál.
Betongklossar
Kanjon framleiðir betong úr yvirskotsbetongi. Klossarnir eru ein burðardygg loysn til at endurnýta tað betongið, sum bilurin kemur aftur við eftir lokna stoyping.
Áarinntøk og L-profilar
Vit framleiða áarinntøk til uppsamling av vatni til ymisk endamál og L-profilar til ymisk endamál.
Hevur tú eitt hugskot?
Hevur tú eitt hugskot til, hvat vit kunnu framleiða úr betongi, gev okkum eitt prei.

Vit ráðgeva fegin og veita betong í øllum landinum
Hevur tú spurningar til betong ella betongvørur, so ert tú vælkomin at ringja á 554000 fyri at frætta nærri.
Vit veita betong í øllum Føroyum, og leggja okkum eftir at veita betong av høgum kvaliteti til avtalaðu tíðina.
Vit gera leypandi testir av okkara betongi, soleiðis at vit kunnu standa inni fyri, at tað tolir tað trýst, sum ásett verður.
Eisini leggja vit okkum eftir at framleiða so burðardygt sum møguligt, og at alt restbetong verður reinsað í okkara reinsiverki.
Vit hava drúgvar royndir innan betong. Skalt tú stoypa, so set teg í samband við okkum, so finna vit eina loysn til tín tørv.