Bygging
Kanjon hevur drúgvar royndir við byggiverkætlanum, bæði sum heildar-, høvuðs og fakarbeiðstakari. Okkara royndir fevna bæði um nýbygging og umvæling, og hava vit staðið fyri at bygt smoltstøð, skúlar, bústovnar av ymiskum slag, hotel, íbúðir, vinnubygningar og mangt annað.
Vit hava útint verkætlanir í øllum Føroyum. Vit leggja stóran dent at hava gott og greitt samskifti við byggiharra í øllum verkætlanartíðarskeiðnum. Góðska og trygd eru tvær av grundarsúlun undir okkara virksemi, og leggja vit stóran dent á at hava eitt trygt arbeiðspláss, og at liva upp til ásettu góðskukrøvini hjá byggiharra.
Okkara royndir tryggja eina smidliga tilgongd og eitt haldgott úrslit, tú kanst líta á í nógv ár frameftir.
Betongarbeiði
Ráðhúsbyggjarí, staðstoypt betong og betongemelentir. Starvsfólk hjá Kanjon hevur drúgvar royndir innan betongarbeiði
Timbur- og snikkaraarbeiði
Kanjon kann átaka sær allar uppgávur innan timbur- og snikkaraarbeiði, og hava vit drúgvar royndir innan hetta fakøki. Kanjon kann tískil átaka sær avbjóðandi arbeiði innan hetta øki, eins og smærri arbeiðir.
Stálarbeiði
Kanjon hevur royndir við at seta stálkonstruktiónir upp. Her er bæði talan um standardframleiddar stálhallir og serframleitt stál. Vit kunnu eisini saman við undirveitarum seta upp meira torgreiddar stálkonstruktiónir.
HVS og ventilatión
Sum heildar- og høvuðsarbeiðstakari tekur Kanjon sær av HVS- og ventilatión.
Saman við undirveitara
EL-arbeiði
Sum heildar- og høvuðsarbeiðstakari tekur Kanjon sær av el-arbeiði eins og stýringum o.ø.
Saman við undirveitara
Múrara
Sum heildar- og høvuðsarbeiðstakari tekur Kanjon sær av múraraarbeiði.
Saman við undirveitara
Málara
Sum heildar- og høvuðsarbeiðstakari tekur Kanjon sær av málaraarbeiði.
Saman við undirveitara

Nýbygging ella umvæling?
Kanjon hevur drúgvar royndir innan bæði nýbygging og umvælingar.
Heildararbeiðstøkur
Vit hava seinastu árini arbeitt sum heildararbeiðstakari á fleiri størri verkætlanum. Hesin háttur kann vera tann lættasti at arbeiða upp á, um ein byggiharri bert ynskir ein samstarvsfelaga at samstarva við
Høvuðsarbeiðstøkur
Vit hava drúgvar royndir sum høvuðsarbeiðstakari. Í meðan byggiharri tekur sær av samskifti við ráðgevarar, so stendur Kanjon fyri sjálvum byggiarbeiðinum
Fakarbeiðstøkur
Sum fakarbeiðstakari hava vit bert ábyrgd av at loysa ta uppgávuna, sum er innanfyri júst ta fákið, sum byggiharri ynskir. Sum fakarbeiðstakari kunnu vit eisini vera undirveitari til annan heildar- ella høvuðsarbeiðstakara.
Partalag
Partalag er ein arbeiðstøkuháttur, ið byggir á álit og samstarv millum byggiharra, enteprenør og ráðgevarar. Hesin hátturin egnar seg væl til størri, váðafullar og torgreiddar verkætlanir.
Hevur tú eitt hugskot, sum vit kunnu gera til veruleika? Set teg í samband við okkum, so finna vit eina loysn, sum passar til tín tørv.