top of page
K.png
Kanjon-logo-grønt copy.png

Stuðuls-politikkur

Vit fáa á hvørjum ári hópin av fyrispurningum um stuðul, og tað ber tíverri ikki til at ganga øllum á møti. Vit hava tí avgjørt at avmarka okkum, soleiðis at vit lata stuðul tvær ferðir um árið.

Søk um stuðul við at fylla teigarnar út niðanfyri

 

Kanjon veitir á hvørjum ári fíggjarligan stuðul til feløg, hvørs endamál eru vælgerandi, mentanarlig ella ítróttarlig. Stuðulsumsóknir verða viðgjørdar tvær ferðir um árið. Tað er ein treyt, at virksemið ikki er vinnuligt, og at eingin persónligur vinningur ella avlop kemst av virkseminum. Kanjon stuðlar ikki námsferðum.

 

Kanjon tilskilar sær rætt til at velja frítt millum innkomnu stuðulsumsóknirnar. Einans umsóknir, sum eru sendar inn umvegis heimasíðuna verða viðgjørdar. Tað er ein fyrimunur um rakstrarætlan (budget) fyri virksemi fyriliggur, og at endamálið er heilt greitt nágreinað. 

 

Umsóknarfreistir eru 31. maj og 31. oktober og svara verður í juni og november. Allir umsøkjarar fáa skrivligt svar.

Umsókn um stuðul

 

Fyll teigarnar út niðanfyri og trýst á „Send umsókn“. Allar upplýsingar verða handfarnar í trúnaði.

Viðheft møgulig skjøl
(Max 15MB)
Viðheft møguligar myndir
(Max 15MB)

Umsóknin er móttikin og verður viðgjørd

bottom of page