top of page

PRIVATLÍVSPOLITIKKUR

KANJON hevur dátaábyrgd av upplýsingunum, sum vit savna um teg, og vit tryggja, at tínir persónupplýsingar verða viðgjørdar sambært reglugerini.

Vit taka tína dátuvernd í álvara, og hava tí viðtikið hendan privatlívspolitikk, sum sigur tær, hvussu vit handfara tínar persónupplýsingar.

Kontaktupplýsingar

Um tú ynskir at venda tær til okkum viðvíkjandi okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, kanst tú gera tað fylgjandi:

KANJON P/f 

Oyravegur 47

700 Klaksvík

V-tal: 497207

Tel. +298 456444

kanjon@kanjon.fo

Viðgerð av persónsdata

Persónupplýsingar eru allar upplýsingar, sum á ein ella annan hátt kunnu vísa til tín. Um so er, at tú ikki ynskir, at vit viðgera hesar upplýsingar, kann tað gerast trupult at varðveita og halda møguligar avtalur við teg. 

Møguligir kundar

Um tú ynskir at verða kundi hjá okkum, er neyðugt, at vit fáa fylgjandi persónupplýsingar um teg:

  • Navn

  • Bústaður

  • Telefonnummar

  • Teldupostur  

 

Persónupplýsingar um kundar verða savnaðar til fylgjandi endamál:

  • Møguligt framtíðar samstarv ella keyp

  • Fyrisiting av tínum sambandi við okkum

 

Hesar upplýsingar samlast grundað á fylgjandi lógarheimild: Heimilað áhugamál. 

  • Heimilaða áhugamálið hjá felagnum, sum er at veita tær/virkinum hjá tær eina tænastu, ger tað neyðugt, at vit viðgera hesar persónupplýsingar um teg. Felagið tryggjar, at heimildaðu áhugamálini ikki ganga fram um rættindini hjá skrásetta.  Hesar upplýsingar eru oftast innsamlaðar á messum ella øðrum líknandi tiltøkum ella samrøðum osv.  

 

 

Upplýsingar verða goymdar so leingi, sum tað eftir reglunum er loyvið, og vit sletta tær, tá ið vit ikki hava tørv á teimum longur. Tíðarskeiðið er treytað av hvørjar upplýsingarnar eru, og hví tær verða goymdar. Vanliga verða upplýsingar viðvíkjandi kundum slettaðar, eftir at avtalan er endað, ella tá ið mett verður, at  samskiftið ikki er viðkomandi longur.  

 

  • Upplýsingar um møguligar kundar strikast 5 ár eftir at seinasta samskifti var, ella um kundin biður um tað.

 

 

Kundar

Um tú ynskir at gerast kundi hjá okkum, er neyðugt, at vit fáa fylgjandi persónupplýsingar frá tær:

  • Navn

  • Bústaður

  • Telefonnummar

  • Teldupostur  

 

Persónupplýsingar um kundar verða samlaðar til fylgjandi endamál:

  • Viðgerð av tínum keypi og okkara veitan

  • Fyrisiting av tínum sambandi til okkum

 

Hesar upplýsingar samlast grundað á fylgjandi lógarheimild:

  • Viðgerðin verður gjørd grundað á at ”hald eina avtalu”

 

 

Upplýsingar verða goymdar so leingi, sum tað sambært reglugerðini er loyvið, og vit sletta tær, tá vit ikki hava tørv á teimum longur. Tíðarskeiðið er treytað av, hvørjar upplýsingar eru og hví tær verða goymdar. Vanliga verða upplýsingar viðvíkjandi kundum strikaðar, eftir at avtalan er endað, ella tá ið mett verður, at  samskiftið ikki er viðkomandi longur.

  • Upplýsingar um kundar strikast 5 ár eftir at kundasamstarvið og samskiftið  endaði. 

 

Veitarar og samstarvsfelagar

Um tú ynskir at verða veitari ella samstarvsfelagi hjá okkum, er neyðugt, at vit fáa fylgjandi persónupp- lýsingar um teg: 

  • Navn, 

  • Bústaður, 

  • Telefonnummar, 

  • Teldupostur, 

  • Kontonummar. 

 

Persónupplýsingar um veitarar og samstarvsfelagar verða samlaðar grundað á fylgjandi endamál:

  • Til viðgerð av okkara keypi/veitan

  • Fyrisiting av tínum sambandi við okkum

 

Hesar upplýsingar samlast grundað á fylgjandi lógarheimild:

  • Viðgerðin verður gjørd grundað á at ”hald eina avtalu”

 

 

Upplýsingar verða goymdar so leingi, sum tað sambært reglugerðini er loyvið, og vit sletta tær, tá vit ikki hava tørv á teimum longur. Tíðarskeiðið er treytað av, hvørjar upplýsingar eru, og hví tær verða goymdar. Vanliga verða upplýsingar viðvíkjandi veitarum og samstarvsfeløgum strikaðar, eftir at avtalan er endað, ella tá ið mett verður, at  samskiftið ikki er viðkomandi longur.

  • Upplýsingar um veitaran strikast 5 ár eftir at seinasta samskifti var, kundin biður um tað ella tá ábyrgd fyri keyptar vørur er útgingin. 

 

Starvsumsóknir/umsøkjarar

Tá ið vit móttaka eina starvsumsókn og fylgiskjøl, verða øll skjølini lisin av tí ávísa leiðaranum við tí endamáli, at  svara og meta um innihaldið í sambandi við eitt ávíst arbeiði. Okkara lógarheimild til viðgerðina av umsóknini er ”heimildaðu áhugamál”.

Umsókn og fylgiskjøl verða deild víðari innanhýsis til persónar, sum eru í setanarbólkinum, og verða ikki víðarigivin til onnur uttanfyri fyritøkuna.

Persónupplýsingar, sum koma fram í setanartilgongdini, verða viðgjørdar við fylgjandi grundarlagi:  Heimilaðu áhugamál. Tað eru áhugamálini hjá bæði felagnum og tí skrásetta, at persónupplýsingarnar verða viðgjørdar í samband við setanartilgongdina. 

Umsóknir og fylgiskjøl verða goymd, til rætti umsøkjari er funnin, og setannartilgondin er endað. Eftir hetta verða umsókn og fylgiskjøl slettað. Um ynski er at goyma umsóknina og fylgiskjøl, skal felagið hava samtykki til hetta.

Tá ið talan er um óbidnar umsóknir, verður avgjørt um umsóknin skal goymast, so skjótt sum hon er móttikin. Um niðurstøðan er, at hon skal goymast, verður biðið um samtykki frá umsøkjaranum at goyma umsóknina, annars verður noktandi svar sent, og umsóknin slettað beinanvegin.

Um umsókn og fylgiskjøl verða goymd í meiri enn 12 mánaðir, skal biðjast um eitt nýtt samtykki frá umsøkjaranum. 

 

Títt samtykki er sjálvboðið, og tú kanst til einahvørja tíð taka tað aftur við at venda tær til okkum. Nýt kontaktupplýsingarnar omanfyri, um tú ynskir fleiri upplýsingar.

Aðrar upplýsingar um viðgerð

 

Trygd

Vit hava gjørt passandi tøknilig og fyriskipanarlig tiltøk ímóti, at tínar upplýsingar av tilvild ella ólóliga verða slettaðar, almannakunngjørdar, burturblivnar, minka í virði ella at nakar óviðkomandi fær hendur á teimum, verða misbúktar ella á ein ella annan hátt verða viðgjørdar í stríð við lógina.   Dátuábyrgdarin tryggjar, at viðgerðin bert kann fara fram, tá ið dátutrygdarreglurnar verða fylgdar iflg. Dátuverndarlógina § 7

  • Allur dátuflutningur og goymslan av personupplýsingum er trygg, firewall er installerað, anti malware er á øllum teldunum.  Backup verður tikið, og mannagongdir fyri at endurstovna data er gjørd.  Atgongd til persónupplýsingar er bygt á brúkara-ID og persónligt loyniorð vm.  

 

Dataminimering

Vit innheinta, viðgera og goyma bert persónsdata, sum eru neyðug í sambandi við at uppfylla okkara ásettu endamál. Harafturat kann tað verða lógargivið, hvat slag av data, er neyðugt at innheinta og goyma í sambandi við okkara handilsvirksemi. Tey ymisku økini av persónsdata, sum vit viðgera, verða fastsett av tørvinum at uppfylla eina avtalu ella eina aðra rættarliga skyldu. 

Dagført data

Okkara tænasta er treytað av, at tykkara data er rætt og dagført, og vit biðja tykkum upplýsa okkum um týðandi broytingar í tínum data. Tit kunnu nýta kontaktupplýsingarnar omanfyri, at siga okkum frá, um broytingar á hesum øki, so syrgja vit fyri, at dagføra tíni persónsdata. Um vit sjálvi leggja merki til, at data ikki er rætt, dagføra vit upplýsingarnar og geva tær boð um hetta.

Víðarigevan av upplýsingum

Vit brúka fleiri triðjapartar til goymslu og viðgerð av dáta, herímillum veitarar av kt-loysnum, myndugleikum sum TAKS, og bankar, grannskoðara osv. Hesi viðgera bert upplýsingar okkara vegna, og skulu ikki brúka teir til egið endamál. Í týðandi førum verður dáta víðarigivið til sakførarar, inkasso, bankar flutningsfeløg osv. 

Vit brúka dataviðgerðir úr EU ella tryggum triðjalondum, sum hava neyðugu trygdarviðurskiftini í ordan, umframt feløg í londum, sum kunnu veita nøktandi dátuverndartrygd.  

KANJON hevur eina Facebook síðu og víst verður til privatlívspolitikkin hjá Facebook her

 

Tíni rættindi

  • Tú hevur til eina og hvørja tíð rætt til, at fáa upplýst hvat dáta vit viðgera um teg, hvar tað kemur frá, og hvat vit brúka tey til. Tú kanst eisini fáa upplýst, hvussu leingi vit goyma tíni persónsdáta, og fáa at vita, hvør fær dáta um teg, í tann mun vit víðarigeva dáta í Føroyum og uttanlands.

 

  • Um tú biður um tað, kunnu vit upplýsa/geva tær dáta, sum vit viðgera um teg. Heimild kann tó verða avmarkað, um privatlívið hjá øðrum skal verjast, handilsloyndarmál og ólikamlig rættindi.

 

  • Um tú heldur, at persónsdáta, sum vit viðgera um teg, er skeivt, hevur tú rætt til at fáa tey rættað. Tú skalt venda tær til okkum og upplýsa okkum um, hvar feilurin er, og hvussu tað kann rættast.  Vit heita á teg,  at verða neyvur um tínar umbidnu rættingar, ella kann tað gerast trupult hjá okkum, og tað kann í ávísum førum føra til, at vit ikki kunnu eftirlíka tínum rættingum. 

 

  • Í summum førum, hava vit skyldu at sletta títt persónsdáta. Tað geldur t.d., um tú tekur eitt eventuelt samtykki aftur. Um tú heldur, at tíni dáta ikki longur eru neyðug í samband við tað endamál, sum vit heintaðu tað til, so kanst tú biðja um at fáa tað slettað. Tú kanst eisini seta teg í samband við okkum, um tú heldur, at tíni persónsdáta verða viðgjørd ímóti lógini ella øðrum rætsligum avtalum.

 

  • Tú hevur rætt til at senda eina klagu til dátueftirlitið (www.dat.fo

 

Postboks 300

FO-110 Tórshavn

Tlf.: (+298) 309100

Teldupostur: dat@dat.fo

 

 

  • Tú hevur rætt at nokta okkara viðgerð av tínum persónsdáta. Tú kanst eisini nokta, at vit víðarigeva títt dáta til marknaðarføring. Tú kanst brúka okkara upplýsingar her ovast til at senda tína klagu. Um tín klaga er heimildað, syrgja vit fyri at steðga viðgerðini av tínum persónsdáta.

 

  • Tú hevur møguleika at gera brúk av dátaportabilitet, um so er at tú ynskir tínar upplýsingar verða fluttar til ein annan dátaábyrgda ella dátaviðgera 

 

  • Vit strika títt persónsdáta, tá tey ikki longur eru neyðug til tað endamálið, sum tey vóru samlaði til.

 

Tá ið tú vendir tær til okkum, við eini áheitan um at rætta ella sletta tíni persónsdáta, kanna vit, um tú lýkur treytirnar, og so gera vit broytingarnar ella sletta dátaið so skjótt sum gjørligt.

 

Tú kanst brúka tíni rættindi við at venda tær til okkum. Okkara upplýsingar sært tú ovast í skjalinum.

 

 

--------------

 

Dagført 3. juni 2021

bottom of page